Keypskurv 0

DEAFMETAL hoyrismúkkur

Umskapa tíni hoyritól til prýði við vøkru smúkkunum frá DEAFMETAL

Nú kanst tú seta tín persónliga dám á tíni hoyritól við serligum sniðgivnum smúkkum. Hoyrnin selur bæði oyraringar, ketur og viðhang frá príslønta DEAFMETAL.

DEAFMETAL er eitt smúkkumerki, stovnað í 2018 av finska sniðgevanum Jenni Ahtiainen, ið fekk hugskotið, tá ið hon sjálv fekk brúk fyri hoyritólum og ikki so fegin vildi vísa tey fram sum tey vóru.